ERU KANNINGARNAR NEYVAR OG UMBOÐANDI?
Við 6000 føroyingum eldri enn 18 ár í svarpanelinum er Spyr.fo helst lutfalsliga heimsins størsta panel í mun til fólkatal. Skipanin virkar soleiðis, at hon tryggjar sjálvvirkandi, at allir svarbólkar eru neyvt umboðaðir í úrslitinum í mun til kyn, aldur og bústað.
HVUSSU NÓGV FÓLK KANN EG SPYRJA?
Spyr.fo kann í løtuni veita upp í 500 svar í hesum svarbólkum:
HVUSSU NÓGV SVAR FÁI EG?
Um tú bíleggur eina kanning við t.d. 500 luttakaranum fært tú 500 svar. Skipanin tryggjar sjálvvirkandi, at kanningin koyrir, til øll 500 svar eru komin inn við røttu samanseting av kyn, aldri og bústaði
HVAT ER ENDAMÁLIÐ VIÐ STUÐLINUM TIL KRABBAMEINSFELAGIÐ?
Spyr.fo hevur frá byrjan samstarvað við Krabbameinsfelagið við at lata 4 kr. í stuðli fyri hvønn luttakara í spurnarkanningunum. Samstundis sum hetta stuðlar týdningarmikla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum er tað við til at tryggja áhaldandi tilmelding til svarpanelið og eitt høgt svarprosent í spurnarkanningum.
HVUSSU SKJÓTT ER AT GERA EINA KANNING?
Spyr.fo er skjótasti háttur at gera álítandi kanningar millum føroyingar. Sjálv kanningin, frá útsending til liðugt úrstlit, tekur bara ein tíma (ofta minni).
-
Snildfonin er mestsum altíð hjá okkum -
Sms-boð hava hægstu raðfesting millum allar notifikatiónir á snildfonini -
Tað er skjótt, lætt og dulnevnt at svara -
Kanningarnar eru stuttar og greiðar og taka sjáldan meiri enn 2 minuttir at svara -
Evnini, ið spurt verður um, eru ofta viðkomandi og áhugaverd
HVAT KOSTAR EIN KANNING?
Kostnaður fyri eina einstaka kanning við 500 svarum er 11.200 kr u/mvg. Keypir tú fleiri kanningar, er nógv at spara.
HVUSSU KOMI EG Í GONGD VIÐ EINA KANNING?
Um tú hevur okkurt evni tú vilt kanna, ella hevur ítøkiligar spurningar klárar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit hjálpa til við at formulera spurningar og svarmøguleikar soleiðis at tú sum best røkkur endamálinum við kanningini.
ERU ALLIR FØROYINGAR UMBOÐAÐIR Í SPYR.FO?
Svarpanelið hjá Spyr.fo hevur umleið 6.000 føroyingar eldri enn 18 ár, sum hava skrásett seg við føðingardegi, kyni og postnummari.
-
Menn - Kvinnur
-
18 - 24 ár -
25 - 44 ár -
45 - 59 ár -
60 ár og eldri
-
Sandoy og Suðuroy -
Tórshavnar kommuna -
Norðurstreymoy og Vágar -
Eysturoy -
Norðoyggjar